Seinnu finalistarnir skulu finnast

Bæði í Vestmanna og í Kollafirði er stórur spenningum undan seinastu hálvfinalunum í Coca Cola-kappingini

Hjá kvinnum verður dystur í Vestmanna millum VÍF og Kyndil. Fyrra dystin, sum varð spældur í Havn fríggjakvøldið, vann VÍF við einum máli, so tað er heimaliðið, sum hevur fyrimunurin. Hesin er tó so tepur, sum tað yvir høvur ber til, og tí er spenningurin stórur í báðum legunum.

 

Tað er hann eisini hjá monnunum í KÍF og StÍF, sum bresta saman í Kollafirði. Kollfirðingar hava í vetur verið sera stinnir, men StÍF prógvaði fríggjakvøldið, at teir eru nakað fyri seg, tá tosað verður um steypakapping. Strandingar vunnu tann dystin við trimum málum, og tað gevur teimum fyrimunin undan seinna dystinum. Hartil eru kollfirðingar skerdir, tí Andreas Nielsen fekk beinleiðis reytt móti dystarenda fríggjadagin, og sostatt er hann ikki tøkur í dag.

 

Báðir dystirnir byrja klokkan 19.30, og vit á in.fo fara sjálvandi at fylgja við, hvussu leikur fer.