Seks ár síðani B36 tapti í Suðri

Bæði liðini sakna liðformannin, og hjá TB raka aðrir skaðar meint

B36 er í Suðuroy í dag. Fyrsta bríksl við Stórá í Trongisvági verður klokkan 18.30.

 

Fyri stuttum megnaði TB málleysan javnleik á heimavølli ímóti HB. Í B36 eru teir í dag ógvuliga savnaðir um, at tað skal eydnast at hava øll stigini við til hús aftur.

 

Tað eru seks ár síðani, at B36 fór úr Trongisvági við ongum. Tað var 23. apríl í 2017, at heimaliðið vann 3-2. Tá var heimaliðið TB/FCS/Royn ella Suðringar, sum liðið varð nevnt. Ein av teimum, sum tá var á heimaliðnum, er framvegis á TB liðnum. Tað er Poul Ingason, sum tað tó er ivi um í dag. Hann var ikki við, tá ið TB sunnudagin spældi málleysan javnleik á Argjum. Ragnar Joensen, sum ta ferðina fyri seks árum síðani varð skiftur inn, er í TB hópinum í dag.

 

Hjá B36 eru Andrias H. Eriksen, sum seinastu ferðirnar hevur verið á beinkinum, tí hann er darvaður av skaða, Benjamin Heinesen og Erlendur Magnusson teir á liðnum í dag, sum minnast aftur á tapið fyri seks árum síðani.

 

Higartil í ár hevur tað gingið væl hjá B36, sum tó tapti sunnudagin á heimavølli ímóti KÍ. Miðvallarin Taufee Skandari er tøkur aftur eftir leikbann, og í dag er liðformaðurin Eli Falkvard Nielsen leikbannaður.

 

Hjá TB er málverjin Anders Hoff tøkur aftur. Hann var sjúkur sunnudagin, tá ið TB leigaði Símun Rógva Hansen at verja málið. Chris Jastrzembski er leikbannaður, og Aron Sørensen og Andreas Midjord eru skaddir.

 

TB – B36: Petur Reinert kl. 18.30.