Seks blóðug ár í Meksiko

Nýggjar upplýsingar frá stjórnini í Meksiko vísa, at tey tiltiknu og eirindaleysu rúsevnaharkaliðini hava gjørt av við umleið 70.000 fólk tey seinastu seks árini. Ríkisadvokaturin, Jesus Marillo Karam, viðgongur í samrøðu við fjølmiðlarnar, at eingin veit tað neyva talið, men at 70.000 er ein meting hjá teirri nýggju stjórnini hjá Enrique Pena Nieto, foprseta, sum tók við tann 1. desember.

Stjórnin hjá undanmanninum, Felipe Calderon, metti í septermber í fjør, at 47.515 fólk høvdu latið lív stríðnum við rúsevnaharkaliðini. Privatir felagsskapir halda, at tað rætta talið er einastaðni millum 60.000 og 100.000.

Sambært ríkisadvokatinum eru millum 60 og 80 skipað rúsevnaharkalið í Meksiko.