Seks dagar eftir og næstan javnt

Nú seks dagar eru eftir til forsetavalið í USA, er spenningurin stórur, tí tað er lítil og eingin munur á teimum báðum valevnunum. Ein nýggj kanning, sum CBS og New York Times hava gjørt, sigur, at 48 prosent ætla sær at velja Barack Obama, og at 47 prosent ætla at velja Mitt Romney.

Tey flestu halda, at Romney er betur skikkaður til at loysa trupulleikarnar í búskapinum, men at Obama hevur betri hegni til at tryggja meðalstættini betri kor, eins og tey halda hann hava betri skil á uttanríkismálum.

Kanningin hjá CBS og New York Times vísir, at 52 prosent av kvinnunum og 44 prosent av monnunum styðja Obama. 51 prosent av monnunum og 44 prosent av kvinnunum ætla at velja Romney.

Barack Obama heldur ikki valfund í dag, tí hann skal til New Jersey, sum er illa fyri aftan á tropiska stormin Sandy. Mitt Romney er á valferð í Florida í dag.