Vilhelm Poulsen skoraði fýra mál og Rógvi Dal-Christiansen skoraði tvey mál tá lið teirra, Fram hevði vitjan av Selfossi á heimavølli í Reykjavík. Trý av málunum hjá Vilhelmi vóru uppá brotskøst.
Fram vann 27-25. Í steðginum var støðan javnleikur 12-12. Dysturin var javnur frá dystarbyrjan, men móti dystarenda megnaði Fram at knógva sigurin heim.
Sigurin hálaði Fram uppá sjeynda plássi, har teir hava níggju stig. Sera javnt er í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, og eru bara fýra stig upp til oddaliðið, Afturelding sum hevur 13 stig á fyrsta plássi.
Komandi hóskvøld er Grótta á útivølli næsti dysturin hjá Fram.
Hitt føroyingaliðið, KA spælir í morgin móti ÍBV úti á Heimaey.
Støðan:
Lið: | dystir | málmunur | |
1. Afturelding | 9 | 226:222 | 13 stig |
2. Haukar | 7 | 204:170 | 12 |
3. Selfoss | 8 | 216:193 | 11 |
4. FH | 8 | 231:206 | 11 |
5. Valur | 8 | 234:218 | 10 |
6. ÍBV | 7 | 203:191 | 9 |
7. Fram | 9 | 217:221 | 9 stig |
8. Stjarnan | 8 | 209:217 | 7 |
9. KA | 7 | 183:167 | 7 stig |
10. Grótta | 9 | 214:222 | 5 |
11. Þór Akureyri | 9 | 204:238 | 4 |
12. ÍR | 9 | 201:277 | 0 |