Seks góð ráð til tey sum koyra bil og motorsúkklu

Motorsúkklur eru ein serligur vandi á vegunum

Nú er várið komið av álvara og hetta er tíðin tá ið motorsúkklurnar verða tiknar fram aftur úr vetrardvala. Men motorsúkklur eru ein serligur vandi í ferðsluni og tí hevur Ráðið Fyri Ferslutrygd seks góð ráð til tey, sum koyra á motorsúkklu - og til tey, sum koyra bil.

 

Trý góð ráð til tín á motorsúkklu:

 

– Koyr ikki skjótari enn loyvt er. Tá ið motorsúkklur eru uppi í ferðsluvanlukkum, er ov nógv ferð ofta ein orsøk, umframt at tað er ringt hjá bilførarum at meta um, hvussu skjótt tú koyrir.

 

 – Hugsa serliga nógv um onnur ferðandi. Minst til, at tað kann vera ringt hjá bilførarum at síggja teg.

 

– Ver sjónlig/ur! Ver í endurskinsvesti, ella ver í einum hjálm við bjørtum liti.

 

 

 

Trý góð ráð til bilførarar:

 

– Ver serliga varin, tí tað kann vera ringt at síggja eina motorsúkklu í ferðsluni.

 

– Hygg teg væl um. Brúka síðu- og bakspegl og ansa væl eftir motorsúkklum, sum eru langt burturi. Tær kunnu koyra skjótari, enn tú heldur.

 

– Hygg serliga væl, tá tú koyrir tvørtur um ein veg.