Seks koppsett á sama heimi gjørdust sjúk

Seinastu vikuna eru 77 tilburðir við koronu staðfestir í Lindesnes kommunu.

 

Lindesnes kommuna í Noregi er hart rakt av koronu, og fríggjadagin vórðu 20 nýggir tilburðir við covid-19 staðfestir í kommununi.

Níggju av teimum smittaðu eru fólk, sum búgva á ellisheimum, harav seks høvdu fingið báðar koppsetingarnar, og trý høvdu fingið fyrru.

Seinastu vikuna eru 77 tilburðir við koronu staðfestir í Lindesnes kommunu.

Í gjár heitti kommunan á fólk um at minka um sosiala sambandið millum borgararnar og í mesta lagi at hava tvey fólk á vitjan.

Heitt varð eisini á fólk um at halda tveir metrar frástøðu, eins og heitt hevur verið á børn og ung um ikki at savnast til tiltøk, hvørki inni ella úti.

Sagt hevur verið, at hóast nøkur, sum hava fingið báðar koppsetingarnar, er vorðin sjúk, so hevur sjúkan ikki verið so ógvuslig hjá teimum.

Seinastu tíðina hava eisini tøl verið frammi um, hvussu væl koppsetingin verjir, og her hava tøl sum 95 prosent verið nevnd.