Seks línuskip eru í Eysturgrønlandi

- Vit vænta, at nakað verður av útróðri í næstu viku, men fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er einki serligur í løtuni.

 

 

Í dag, tá Fiskamarknaður Føroyar gjørdi sínar metingar fyri næstu viku, vóru bara trý ísfiskalínuskip til fiskiskap. Eitt var undir Føroyum, og kemur væntandi inn at landa mánadagin, eitt er í íslendskum sjógvi, og eitt fiskar í grønlendskum sjógvi. 

- Línuskipini í íslendskum og grønlendskum sjógvi koma neyvan inn at landa í næstu viku, tí tey eru nýliga farin nýggjan túr.

Aftrat ísfiskalínuskipunum, eru eisini fimm frystilínuskip til fiskiskap. Fimm fiska í Eysturgrønlandi, har tey fáa mest av toski. Eitt fiskar í íslendskum sjógvi, og tvey frystilínuskip fiska undir Føroyum. 

Streymurin verður hampiligur í næstu viku, og veðrið fer helst eisini at hátta sær rímiliga væl. Væntandi er tí, siga tey á Fiskamarknaði Føroya, at nakað verður av útróðri.

- Men, fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er einki serligur í løtuni, verður lagt aftrat.