Seks ljóskurvar í Marknagili

Fyri at sleppa undan stórum ferðsluruðuleika, tá Glasir, Skúlin á Fløtum og Musikkskúlin allir eru tiknir í brúk, fer Tórshavnar kommuna at seta seks ljóskurvar upp at stýra ferðsluni.

Væntandi fara millum 1.000 og 1.500 bilar at koyra til skúlarnar hvønn morgun, har teir annaðhvørt seta næmingar ev ella skulu parkera bilarnar.

##med2##

Fyri at loysa hesa ferðsluavbjóðingina, fer Tórshavnar kommuna at seta seks ferðsluvitar, ella ljóskurvar, upp, at gera eina nýggja koyribreyt millum Landavegin og Marknagilsvegin, og at gera rundkoyringar við skúlarnar, so at børnini kunnu setast av uttan at tey skulu yvir um ein veg.

- Vit halda, at vit eru komin á mál við einari skipan, sum virkar skilagóð og trygg, og sum kann fáa ferðsluna at glíða skynsamt hvønn  morgun, sigur Heini Eysturoy á teknisku deild hjá býráðnum í Havn.

##med3##

Fyri at gera tað trygt at seta nógvu skúlanæmingarnar av, verður ein breið vegbreyt gjørd. Hetta skal loyva fólki at seta børnini av uttan at tarna ferðsluni annars.

Vegaføringin verður gjørd soleiðis, at foreldur, sum hava sett børn av, lættliga kunnu koyra til eina rundkoyring og koyra út aftur haðani tey eru komin, men tey kunnu eisini velja at koyra yvir á Landavegin ella Marknagilsvegin, um tey skulu víðari tann vegin.

Les meiri um ferðsluætlanirnar, um intelligentu ferðsluvitarnar og um kostnaðin á loysnini í mánadagsblaðnum hjá Sosialinum.

Kykmyndin omanfyri vísir, hvussu ferðslan verður leidd eftir Landavegnum og Marknagilsvegnum, tá nýggju ferðsluvitarnir eru settir upp.