Ein frágreiðing, tvær fyrstu viðgerðir, ein onnur viðgerð, ein triðja viðgerð og ein framløga. Hetta er dagsskráin fyri tingfundin í dag, sum er tann 23 fundurin í hesi tingsetuni.
Fyrst á skránni er frágreiðing frá Signari á Brúnni um ráðlegging av útbúgvingar- og granskingarpolitikki í framtíðini og í sambandi við sjálvstýrisverkætlanina. Síðani koma tvær fyrstu viðgerðir, ið báðar eru um sama evni. Tær eru nevniliga ávíkavist viðgerðir av fyrsta og øðrum parti av uppskoti til eykajáttanarløgtingslóg fyri noveber. Hetta eru uppskot, sum fíggjarmálaráðharrin, Karsten Hansen, legði fyri tingið 12. oktober, og verða tey bæði viðgjørd undir einum.
Eftir viðgerðina av uppskotinum til eykajáttan fyri november verður onnur viðgerð av tingmáli 11/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld í sambandi við panting. Hetta er uppskot, sum fíggjarmálaráðharrin, Karsten Hansen, legði fyri tingið 5. november.
Næstseinast á dagsskránni er triðja viðgerð av tingmáli 5/1999, sum er uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar »lov nr. 359 af 2. juni 1999 og undersøgelse af politiets efterretningsvirksomhed på det politiske område og af de aktiviteter, der var baggrund for denne virksomhed«. Hetta er uppskot, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður, legði fyri tingið 8. oktober.
En enda er, sum vanligt, framløga á skránni.