Í dag hava seks nýklaktir hondverkarar fingið prógv síni í Glasi í dag.
Tað serliga við hesi prógvhandanini er, at hetta er síðsti bygningssnikkarin, sum tekur sveinaroynd á hesum sinni, sigur Magni á Lakjuni, undirvísingarleiðari.
Orsøkin til tess er, at lærlingarnir, sum læra til snikkara er minkað so nógv, at framyvir taka bygningssnikkarar fyrsta skúlaskeið í Føroyum, men síðani fara teir til Danmarkar at taka hini skeiðini, og sveinastykkið.
Hinvegin eru teir, fimm, sum hava staðið sveinaroyndina í rør- og blikksmíði, teir fyrstu, sum hava tikið hesa útbúgving tey seinastu 20 árini.
Teir fimm rør- og blikksmiðirnir eru, frá vinstru: Gunleif Olsen, Jafet Andreas Olsen, Jan Faulkner Mouritsen, Jógvan Kári Poulsen og Magnus Pauli Juul Johannesen.
Ytst høgrumegin er Tórur Jacobsen, sum tók sveinaroynd sum bygningssnikkari.