Gunnar Mohr,
Sambandsvalevni
Býráðsarbeiði hevur støði í kommunalpolitikki og ikki partapolitikki, hetta er samansetingin av skiftandi samgongum besta prógv um.
Ein seksæringur er mannaður við 13 kvinnum/monnum : 12 við áranar og ein aftur í rong. Tá íð róð verður, er umráðandi, at manningin er góð, og at ein sterk og køn hond heldur um stýrisvølin. Gott áralag gevur góðan og vakran róður.
Tað ber til at sammeta hesa lítlu mynd við okkara býráð, tí tað er sera umráðandi, at teir 13 býráðslimirnir - tólv, ið rógva, og ein (býráðsformaðurin) við stýrisvølin - duga at finna róðrarlag, sum er treyt fyri trivnaði og framburði í okkara býi.
Og tað er ikki minni umráðandi, at býráðsmanningin er skikkað at manna tey mongu fýra-og fimmmannafør, sum vit, við myndini um seksæringin, hóskandi kunnu kalla allar tær mongu nevndirnar, ið býráðslimirnir skullu manna.
Um vit velja ta røttu manningina i okkara býráð, skuldi ikki staðið á at fingið eitt 4 - ára langt býráðsarbeiði, við góðum og mennandi arbeiði.
Tessvegna er tað umráðandi at hugsa seg væl um, áðrenn krossurin verður settur.
Sunnur politikkur í sunnum býi.