Hátíðarløta var, tá seks starvsfólk á Lágargarði høvdu 20 ára starvsdag. Tey hava starvast har mest sum øll árini, stovnurin hevur verið til. Fimm teirra hava starvast í røktini í Miðstovuni og ein í fysioterapiini.
Lágargarður, sum varð tikin í brúk í 1987, er eitt av fýra ellis- og røktarheimum í Tórshavnar Kommunu. Í triumum búeindum eru 46 búpláss á Lágargarði, umframt tvey pláss til umlætting.
Umframt búplássini er eisini eitt dagtilboð í Virkisstovuni á Lágargarð. Har kunnu eldri fólk koma og íðka fimleik, mála, binda, veva og fáa lisið upp, tað sum stendur í bløðunum. Eftir umsókn er dagtilboðið opið fyri øllum eldri fólki í kommununi, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu.
Standandi á myndini omanfyri síggjast frá vinstru tey seks trúføstu starvsfolkini, sum 1. september 2008 høvdu starvast í samfull 20 ár á Lágargarði: Annemia av Reyni, Anna Maria Mikkelsen, Essemia Vang, Sóley Leo, Jóna Weihe, sum allar eru í røktini í Miðstovuni og Marjun Slættanes, sum er í fysioterapiini.