Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, upplýsti í Løgtinginum beint nú, at seks umsøkjarar eru til starvið, nú umsóknarfreistin var farin 14. Januar. Ein innstillingarnevnd skal nú meta um umsóknirnar og gera eitt tilmæli til landsstýrismannin Ein innstillingarnevnd skal nú meta um umsóknirnar og gera eitt tilmæli til landsstýrismannin. Í nevndini eru Rógvi Reinert, aðalstjóri í fiskimálaráðnum, Heri Joensen, deildarleiðari í fiskimálaráðnum, Jákup Mørkøre, samskipari í fiskimálaráðnum, Bogi Hansen, deildarleiðari á Havstovuni, og Dagunn Clementsen, biologassistentur á Havstovuni.