Seksti ár eru liðin

Fólkaatkvøðan

Nú seksti ár eru liðin, síðan føroyingar á fólkaatkvøðu, 14. september í 1946, atkvøddu um stjórnaruppskot øðrumegin og loysing hinumegin, hava tjóðveldisfeløg kring landið gjørt burtur úr degnum.
Eini 100 fólk vóru til tiltakið í EB-húsinum á Eiði síðsta hóskvøld við fyrilestri, røðum, frásagnum, fólkasangi og felagssangi.
Tiltakið vardi í tríggjar tímar.Sosialurin var við til tiltakið, bæði við tíðindamanni og myndamanni.
Vit fara at taka burtur úr ymiskum av tí, sum borið varð fram, og vit fara eisini at prenta fleiri myndir.
Umframt tilfarið, sum vit hava á hesum báðum síðunum í dag, hava vit tað, sum Annfinnur í Skála, søgufrøðingur og Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, søgdu, enn til góðar.
Tjóðveldisfeløgini, sum skipaðu fyri tiltakinum, høvdu boðið Edmundi Joensen, løgtingsmanni og løgtingsformanni, við, og tað er einki at taka seg aftur í, at hann setti sín dám á løtuna.
Tað var Annfinnur í Skála, søgufrøðingur, sum legði fyri, og hann greiddi frá støðuni í Føroyum undan, undir og eftir fólkaatkvøðuna í 1946. Annfinnur samanbar eisini støðuna í 1946 við støðuna síðst í nítiárunum, tá ið føroyingar aftur fóru undir fyrireikingar til samráðingar við danir um fullveldi.
Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, helt, at tá ið frælsishugsjónin ikki longu er jarðløgd í Føroyum, so verður hon tað ongantíð.
- Kanska hevur føroyingurin bara havt politiskt krím hesi seksti árini  og er við at koma fyri seg aftur, segði hann.