Í seksti ár hava vit dult at UFO?ir eru veruleiki

Í eini útvarpssamrøðu hevur fyrrverandi astronauturin, Edgar B. Mitchell, skakað amerikanska almenningin og sagt, at myndugleikarnir fjala útyvir, at UFO´ir eru til Maðurin, sum í dag er 77 ára gamal, er ikki hvør sum helst. Hann var við Apollo 14 á Mánanum í 1971, og saman við Alan Shephard er hann maðurin, sum hevur verið longst á Mánanum ? í níggju tímar og 17 minuttir.

Í útvarpssamrøðu sigur hann, at í heili seksti ár hevur tað verið dult sum mansmorð, at skepilsir úr rúmdini hava verið á og rundan um Jørðina.

- Amerikanskir myndugleikar hava verið væl vitandi um hetta, men við vilja hevur hetta verið hildið dult.

Hann sigur, at rúmdarskepilsini líkjast slett ikki okkum menniskjum, men tey tykjast at vera blíð.

- Tey líkjast tí, sum vit hava sæð á filmum ? við stórum eygum.

Edgar B. Mitchell vísir á dagin 7. juli í 1947, tá flogvøllurin í Roswell sendi út eina fráboðan um, at ein flúgvandi borðiskur varð funnin tætt við ein garð. Stutt eftir segði amerikanska flogvápnið, at talan ikki var um flúgvandi borðisk, men um eina veðurballón.

- Eg haldi, at fyrsta fráboðanin var hin rætta, sigur fyrrverandi astronauturin.

Í fyrstani helt útvarpsmaðurin, at Edgar B. Mitchell skemtaði, men skjótt sá hann, at fyrrverandi astronauturin meinti tað, hann segði, í ramasta álvara.

- Hann var ógvuliga álvarsamur og segði seg onga løtu vera í iva um, at livandi skepilsir eru at finna úti í rúmdini, sigur útvarpsmaðurin.

Edgar B. Mitchell hevur doktaraheiti frá lærda háskúlanum í Massachusetts.