Seksti ára takkarkvøða

So standi eg her - við flaggstong hjá granna,
og tá íð eg hugsi, so má eg væl sanna,
alt gekk jú so sera væl.
Hálvtriðjahundrað savnaðust í bygdarhúsi,
og mólu so har eina nátt runt í rúsi,
og hátíðarhildu ein gamlan drong.
Og so er tað nú, eg skal heilsa og takka,
øllum, sum tímdu til Strendur at fjakka,
tí - uttan tykkum var eingin veitsla.
Til Sjóvar kommunu tøkkin skal ljóða,
tit veittu mær tænastu dygga og góða,
í ávikum hollir og frægir.
Og tykkum, íð matgjørdu, stákaðust, runnu,
tit vístu av sonnum, hvat íð tit kunnu,
tað prógvar afturmeldingin.
Og tykkum, íð bakaðu, stríddust við køkur,
tit eiga í hjartanum takkarorð vøkur,
so hjartalig og so sukursøt.
Og so tit,íð hugnaðu, prýddu um hølið,
og tykkum, íð runnu við víni og øli,
og veittu tystum ein linna.
Og so eru tað tey, íð bóru fram kvøðu,
summi við yrking, onnur við røðu,
og onkur enntá við guitar og sangi.
Og kvøðarar, spælimenn, tøkkina eiga,
og borðfúti, so væl mundi borðhaldið leiða,
og gav onkrum láturkrampa.
Og ikki at gloyma tykkum øll,
íð ruddaðu av, so dansihøll
var tøk til tey dansiglaðu.
Takk fyri røðilsprát, stuttboð og gávur,
takk fyri alt, bæði blankur og gráur,
og takk fyri vakra tekning.
Og síðst, ikki minst, skal tøkkin mín ljóða
til húsfrúnna hábornu, dygga og góða,
sum alt hetta fekk at rigga.

BON APPÉTIT!

Takk øll somul.
-----
Arnfríður