Seksualitetur í Tórshavn

Eitt nýtt hugtak spírar millum fólk í vesturheiminum, eisini í Føroyum. Serliga millum mannfólk, tí tað snýr seg um mannfólk. Men tað kundi gott verið um konufólk. Hugtakið eitur metroseksualitetur, og umboð fyri henda vaksandi seksualitet eru at finna kring alt landið

ÚTSJÓND & LÍVSSTÍLUR

Kanska er ikki rætt at kategorisera orðið sum eitt hugtak. Tað er meir ein lívsstílur. At vera metroseksuellur er at vera æstetiskur á ein ógvuliga ítøkiligan hátt.
Ein metroseksuellur maður er eitt mannfólk, sum býr í býnum, og sum er umhugsin um sína kropsligu útsjónd.
Ert tú mannfólk og brúkar nógva tíð og pengar upp á útsjónd og lívsstíl, so ert tú kanska metroseksuellur. Eitt dømi? David Beckham. Maðurin brúkar nógvar pengar upp á klæðir og gongur høgt upp í at liva ein ávísan lívsstíl.

Metroseksuellir føroyingar
Hvussu er við føroyingum? Er nakar metroseksuellur í Føroyum? Hvør er metroseksuellur í Føroyum?
Partur av orðinum er metro, men tað er trupult at finna nakra metro í Føroyum. Tað nærmasta í okkara hugaheimi er Havnin hjá Tór.
Er nakar metroseksuellur í Tórshavn? Hvør er metroseksuellur í Tórshavn? Hvussu kann tað kannast? Orðið má lýsast nærri.

Heim við konufólki ella mannfólki
Hjá tí metroseksuella er millum annað hárið týdningarmikið. Eini tvey trý sløg av gelé og voks standa í skápinum hjá honum. Okkurt til húðina eisini.
Klæðini fylla nógv í hansara lívi. Hann elskar at keypa klæðir. Hann avnoktar ikki ta femininu síðuna av sær sjálvum. Hann er glaður fyri hana.
Øll hesi eyðkenni peika ein veg: Tann metroseksuelli er homoseksuellur. Soleiðis tykist tað. Men tað er ikki rætt.
Hetta er kanska tann frægasta orðingin: Tann metroseksuelli deilar fleiri eyðkenni við tann homoseksuella, men ikki seksuella orientatión. Tá kvøldið er liðugt, fer hann heim við konufólki.

Tann føroyski Beckham
Ber nú til at eyðmerkja teir føroysku metroseksuellu? Trupult. Maður varð nevndur við navni áður: David Beckham. Er tað eitt hint?
Føroyskir fótbóltsspælarar í 1. deild eru mangan at síggja í býnum. Í penum klæðum. Í tráð ta metroseksuellu hugsanina. Men tað eru fleiri fólk, sum eru í býnum í penum klæðum. Hetta er ikki serliga sannførandi próvførsla.
Og tó, um vit leggja gelé og voks afturat penu klæðunum, so ber til at finna onkur metroseksuell hanndjór á havnargøtum.
Hvat við HB og B36? Eru teir leikararnir ikki góð umboð fyri tann føroyska metroseksuella mentalitetin? Og landsliðsleikararnir? Fleiri av teimum kunnu ikki fara inn á vøllin uttan gelé ella voks í hárinum og ein góðan túr í solarium.
Er tann føroyski Beckham at finna í føroysku 1. deild? Okkurt bendir á, at tað er her, vit skulu leita eftir tí føroyska metroseksuella manninum.

Leikapiltar í Havn
Teir gera tað, sum teimum lystir; keypa tað, teir tráða eftir; og nýta tað, teir dáma - líkamikið um onnur siga, at tað er ómansligt ella lítið heteroseksuelt. Hetta er ímyndin av tí metroseksuella. Passar henda draktin upp á leikapiltarnar í høvuðsstaðnum?
Eg fari ikki at seta nøvn á. Tað tænir ongum endamáli. Tað ber tó til at postulera, at tey metroseksuellu fyribrigdini fyri tað mesta eru at finna á føroyska meginlandinum. Teir metroseksuellu eru leikapiltarnir í miðstaðarøkinum við tjekkaðu klæðunum, dýru sólbrillunum, teirra egna ?place? onkustaðni í høvuðsstaðnum og so framvegis.
Men hvussu bera teir seg at í býnum? Hvussu er teirra framførsla millum fólk? Well, far tær ein túr inn í onkran klubba, og tú skalt síggja sjón fyri søgn.

Soleiðis kennir tú teir
Allir metroseksuellir hava nøkur felagseyðkenni. Stilla teg til dømis við barrina. So sært tú onkran við blikkinum vendum móti hyllini aftanfyri barrina - ikki fyri at kanna úrvalið av drykkivørum á hyllini. Nei, hann hyggur at sær sjálvum; eftir síni egnu speglmynd.
Onkur kallar tað narcissistiskt. Tað mugu barrvørðurin og tey vitjandi sjálv gera av. Hann heldur seg ikki sjálvan vera narcissistiskan. Men veit hann, at hann er metroseksuellur? Um so er, vil hann viðurkenna tað?
Tann metroseksuelli minnir um ein yuppie, tá hann er í býnum. Kenna tit bókina og filmin American Psycho? Her eru tað smátingini, sum gera munin. Soleiðis er eisini við tí metroseksuella.

Alt fyri eitt eyga
Gevur tú honum eitt eyga, so hevur hann fingið tað, sum hann vil hava. Bara eitt eyga. Hann hevur ikki brúk fyri meir. Hann hevur brúk fyri, at fólk hyggja at sær. Sum eitt konufólk. Hann elskar tað.
Men hvussu við baktankum? Ert tú vísur í, at hann ikki vil hava meir enn tað eina eyga? Skal tann metroseksuelli altíð hava onkra heim við sær til sítt ?place?? Ella er hann forlovaður?
Tað veit eg ikki. Men tú skalt nokk vænta at síggja eitt spegl ella tvey, um tú fert heim við honum. Stór sum smá, høg sum lág.

Jóannes ella Jákup
Allir metroseksuellir eru nevniliga ikki líka. Beckham líkist ikki Clinton. Men teir hava nøkur ting til felags, sum loyvir mær at próvføra fyri, at teir báðir eru metroseksuellir.
B36 og HB líkjast ikki hvør øðrum. Fyri tað fyrsta er munur á stigum, men leikararnir í hesum feløgum hava nøkur sereyðkenni.
Hava teir allir spegl á hvørjum veggi í húsinum? Neyvan. Lat okkum verða meir realistisk. Tað kann vera, at Bateman og Beckham hava nakað nógv spegl, men Jákup og Jóannes og hinir eru hóast alt føroyingar.
Hov, nú nevndi eg tvey nøvn. Men mongum brestir ætlan. Jákup og Jóannes eru hóast alt tvey vanlig føroysk nøvn. Fyri tað kundi tað verið Jákup á Møn og Jóannes Bóndi.
Allir eru ikki líka, men teir kunnu vera metroseksuellir. John F. Kennedy hevði kanska verið metroseksuellur, um hann hevði livað í dag. Tað vildu Don Juan, Cæsar, og Jesus kanska eisini verið. Kanska. Men ikki Adolf Hitler.
Ert tú ella sjeikurin ella vinmaðurin metroseksuellur? Spyr teg nakrar spurningar og svara ja ella nei: Brúki eg voks? Gelé? Taki eg sól? Brúki eg ansiktskrem hvønn dag? Hyggi eg at klæðum fleiri ferðir um vikuna? Keypi eg klæðir nakrar ferðir um vikuna? Brúki eg stóran part av míni løn upp á klæðir? Gangi eg til stylist ístaðin fyri barber? Hyggi eg at kaloriuinnihaldinum, áðrenn eg eti matin?

Ikki bara tú
Rekkjan er lang, og hon steðgar ikki her. Spegli eg mær í gløsum, kvívum, gaflum og tallerkum, tá eg eri til fínar døgurðar? Má eg kanna hárið við jøvnum millumbili? Raki eg mær tvær ferðir um dagin fyri at imponera?
Rekkjan er lang, men eg steðgi her. Tit kunnu sjálv brodera víðari. Eg royni bara at siga, at tað at vera metroseksuellur, er so ómetaliga nógv. Og tað er altíð møguleiki fyri at blíva metroseksuellur. Ella at blíva meir metroseksuellur. Ella minni.
Minst bara til at vera góður við hinar metroseksuellu og gev teimum eitt eyga av og á. Og hav eyga fyri øðrum fólki eisini - tað er ikki bara tú, sum sært gott út í Føroyum.

--

Viðvíkjandi myndunum: Allar myndir eru tilvildarliga valdar. Ongin persónur á myndunum er nevndur í tekstinum - hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis. Stóra tøkk til starvsfólk og onnur í Eclipse og Platform fyri loyvi at taka myndir.

-hkm