Sektarisman hjá Tobba

Tórbjørn Jacobsen hevur í dag eina grein í miðlunum undir yvirskriftini "Imperialismunnar skutilssveinar".

Greinin er, øll sum hon er, eitt tekin um politiska sektarismu, tá hon er mest destruktiv. ? Tórbjørn skrivar m.a. at "Aðrar staðir høvdu slíkir ørindasveinar fyri fremmant vald, sum hesir, ið hava gingið Dan M. Knudsen niður, síðani stýrisskipanaruppskotið varð lagt fyri nationala tingið, verið róptir landasvíkjarar. Gitast kann bara um revsingina teir høvdu fingið." ? Hann sigur at "Ríkisumboðsmaðurin hevur avdúkað, at nakrir imperialistiskir skutilssveinar sita á Føroya løgtingi. Kanska í landsstýrinum við. Ein so íðin greinaskrivari sum Edmund Joensen eigur, um enn m.p.p. at siga okkum, um hann møguliga er ein av teimum, sum hevur svikið føroysku tjóðina..." ? Hann sigur at "Roykurin frá illgrunanum um fosturlandssvik stendur p.t. ramur út ígjøgnum rimarnar á samríkjahjallinum." ? Upp ímóti hesum tosar hann um, at "Ongin politisk megi er sterkari enn tjóðveldishugsjónin." ? Eg kenni meg noyddan at boða frá, at vit eru mong, sum ikki hava somu fatan sum Tobbi av, hvat tjóðveldishugsjónin skal standa fyri. ? Tann politiska sektarisma, sum Tobbi stundum ger seg til talsmann fyri, fer aldrin at byggja land!