Sekundini hava týdning

Mikudagin varð Trygdarmiðstøðin í Klaksvík tikin í nýtslu. Umboð fyri myndugleikar og stovnar vitjaðu og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, var millum teirra, ið leyp á bláman og tók lut í bjargingarroynd

Mikudagin varð nýggja Trygdarmiðstøðin í Klaksvík tikin í nýtslu. Innbodnir gestir vitjaðu og Jørgen Niclasen, Eyðun Berth Jacobsen, Jógvan við Keldu og leiðarin á Trygdarmiðstøðini, Marius Magnusson, hildu røðu.

Jørgen Niclasen var eisini millum teirra, ið leyp á bláman og lat seg bjarga av tyrlu. Hann svam saman við øðrum í ein gummibát, varð tikin upp av alibáti og síðani tikin upp av tyrluni hjá Atlantic Arirways.


Sekundini

- Okkum dámar væl og staðið er gott. Vit hava havt royndir fyrr og tað vísir seg, at støðin liggur væl fyri, sigur leiðarin, Marius Magnusson, sum tó heldur, at enn er okkurt, ið skal fínpussast og tað vil so vera, tí alt er nýtt.

Trygdarskeiðini hava húsast ymsastaðni í býnum, so tað kann ikki blíva verri, enn tað hevur verið, bert betri, metir leiðarin.

- Vit stíla eftir at hava veruligar bjargingarroyndir við monnum. Ynskiligt er, at tyrlan tekur lut hvørja ferð. Tað lættir um. Í síðstu løtu er tað jú sekundini, ið telja, so vit stíla eftir einum samstarvi við Atlantic Airways ella tyrlutænastuna, sigur Marius Magnusson.

- Allir føroyingar, ið skulu burtur á sjógvin, skulu hava trygdarskeið. Eingin hevur loyvi at mynstra uttan, sigur leiðarin á Trygdarmiðstøðini.


Taka einki frá nøkrum

Ofta hevur verið frammi, at slík Trygdarmiðstøð tekur frá t.d. Brandskúlanum við Áir.

- Vit eru ofta tvinnaðir saman. Men eg síggi skúlan við Áir, sum serkønan sanstarvsfelaga. Vit gera ikki tað, ið teir gera. Teir geva frálæru í eldi, meðan vit geva frálæru í nýtslu av bjargingarútgerð umborð á skipum, sigur Marius Magnusson.

- Trygdarskeiðið hevur eitt heilt ávíst pensum, har ein dagur er eldsløkking. Fyrr keyptu vit eina tænastu við Áir Tað vísti seg, at trongt var og ringt at koma framat. Ofta gekk long tíð, áðrenn vit sluppu framat og vit máttu laga okkum eftir teimum. Tí søktu vit um at kunna avvikla hend dagin sjálvir. Sjálvsagt er tað ein inntøkumissur fyri skúlan við Áir, men teir vóru til áðrenn vit, so ein kann kanska spyrja, hvørjum teir livdu av, áðrenn vit komu, sigur Marius Magnusson.


Tveir mans

Teir eru tveir mans, ið eru knýttir at Trygdarmiðstøðini í Klaksvík.

Marius Magnusson er leiðari og afturat honum er Niclas Hovgaard. Hann hevur áður undirvíst á Stavanger Maritime Skole og hevur royndir haðani

Marius Magnusson hevur verið knýttur at Trygdarmiðstøðini í tvey ár og hevur siglt úti. Báðir eru teir navigatørar.