Ósekur sat 23 ár í fongsli

Í næstan 23 ár hevur amerikanarin David Ranta sitið í fongsli í New York fyri dráp, men nú er hann latin leysur, tí kanningar hava avdúkað, at hann er ósekur.

Í 1991 varð David Renta dømdur 37 ára fongsul fyri dráp í sambandi við eitt miseydnað rán. Tað var ein 13 ára gamal drongur, sum vitnaði, at David Renta var drápsmaðurin. Seinni tók vitnið sína frágreiðing aftur, og eftir at hava kannað málið av nýggjum kom løgreglan eftir, at David Renta var ósekur.

David Renta, sum er 58 ára gamal í dag, varð latin leysur aftan á ein rættarfund í Brooklyn. Dómarin bað hann um umbering fyri tað, sum honum hevði verið fyri, skrivar CNN.