Seldu lánsbrøv fyri 1,9 milliardir upp á tveir tímar

Stóri áhugin at keypa lánsbrøv frá Føroya Landsstýri vísir, at íleggjarar ? bæði føroyskir og útlendskir - hava álit á føroyska búskapinum

- Áhugin var so stórur, at eftir bert tveimum tímum høvdu íleggjarar keypt lánsbrøv fyri 1,9 milliard krónur, skrivar Fíggjarmálaráðið.

Ein medvirkandi orsøk til álitið á føroyska búskapin, er tiltakið á Norðuratlantsbryggjuni, har eitt nú Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevði framløgu fyri útlendskum íleggjarum um føroyska búskapin.

Eftir tiltakið vísti Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, á, at stórur áhugi var millum pensjónskassar, bankar og aðrar íløgugrunnar í føroysku lánsbrøvunum.

Føroya Landsstýri bjóðaði í hesum umfarinum lánsbrøv fyri 1,9 milliardir krónur til sølu í danska og íslendska søluskálunum.

Peningurin verður lutvíst brúktur til at fíggja hall á fíggjarlógini - 500 mió kr - og lutvíst til at endurfíggja brævalán sum fella til gjaldingar í ár - 1.018 mió kr. Ein partur - 286 mió kr - verður brúktur til framskundaða afturgjalding av brævlánum.