Selfies geva eitt kick

- Vit hava øll ein tørv á at vísa okkum fram, men hjá summum er tørvurin størri enn hjá øðrum, sigur sálarfrøðingur og karakteranalytikari

- Orsøkin til, at fólk leggja myndir av sær sjálvum út á netið er , at tey vilja verða sædd og vilja vísa, hvørji tey eru. Tað er ein tørvur, sum er íborðin í okkum menniskjum – vit vilja altíð vísa, hvørji vit eru og hvar vit eru, sigur Rigmor N. Arge. Hon er sálarfrøðingur og karakteranalytikari.

 

- Tá vit leggja eina selfie út á eitt nú Facebook, so siga vit “hygg eg”, vit samskifta og vilja vísa øðrum fólkum, hvørji vit eru, hvar vit eru, og hvussu vit hava tað. Tað er eitt slag av samskiftismáta, tí ístaðin at skriva síðu upp og niður, so ber til at siga nógv við eini mynd, sigur Rigmor N. Arge.

 

Tá ein persónur leggur eina mynd av sær sjálvum út á eitt nú Facebook hevur tað fyri tey flestu týdning, at onnur fólk dáma myndina.

 

- Like´s hava ein týdning, tí fólk fáa eitt kick og blíva kanska styrkt av hesum. Men tað er umráðandi, at tað er samsvar millum tað, vit vísa myndini, og so tað, sum vit eru í veruleikanum, tí tað er umráðandi at hava í huga, at tað er altso ein verð uttan fyri ta talgiltu, sigur Rigmor N. Arge.

 

Hon vísir á, at tað kann fáa álvarsamar avleiðingar, um fólk, sum vænta at nógv fara at dáma eina mynd, tey hava lagt út av sær sjálvum, men eingin so trýstir á “dáma” knøttin.

 

- Tað kann fáa katastrofalar avleiðingar, um mann væntar, at nógv fólk fara at dáma myndina, men so eingin ger tað. Persónurin kann missa sjálvsálit og sjálvsvirði, og hetta kann ávirka mátan, tey eru í tí veruliga lívinum, sigur Rigmor N. Arge.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Rigmor N. Arge millum annað greiða frá um, hví fólk taka selfies-myndir, og um tað er ein ávís týpa av fólkum, sum leggj slíkar myndir á internetið.