Marknaður
Fiskavirkið, Norðfra í Norðdepli, sum er fyrrverandi Frostvirkið, selir eini 5-10% av síni flakaframleiðslu á føroyska marknaðinum.
Ester Eysturskarð, skrivstovukvinna, sigur, at tey byrjaðu at selja skræðuleyst og beinfrítt toska-og hýsuflak á føroyska marknaðinum í vár.
- Eg vil siga, at fólk hava tikið væl ímóti hesum, sum eftirhondini er vorðin ein fittur partur av okkara framleiðslu.
Hon sigur, at umframt at selja flak, sum virkað verður á Norðfra, selir virkið eisini raspað fløk fyri Norðurfisk í Árnafirði.
- Fólk kunnu ringja til okkara og bíleggja vøru, men tey kunnu eisini fara inn á okkara heimasíðu at bíleggja.
Heimasíðan hjá Norðfra eitur: www.nordfra.fo
Umframt toska-og hýsuflak, kunnu fólk eisini keypa kalvastykkir og hummara.
40 fólk
Jógvan Høj, sum einsamallur eigur virkið í Norðdepli, er gamal í garði innan fiskaframleiðslu. Hann er sonur John Høj, sum í mong ár hevur staðið aftanfyri fiskavirkið, Norðurfisk í Árnafirði. Sjálvur starvaðist Jógvan í mong ár á virkinum í Árnafirði, ið var eitt av teimum fáu ? fyri ikki at siga tað einasta fiskavirki í landinum ? sum reið djúpu samfelagskreppuna av sær fyri stívliga 10 árum síðan.
Nógv fiskaarbeiði hevur verið á Norðfra, síðan Jógvan Høj keypti virkið í 1997, men í summar hevur verið slakari.
- Vit vænta tó, at meira verður at gera aftur, tá ið tað fer at líða út á heystið og veturin, sigur Ester.
Eini 40 fólk arbeiða á virkinum í Norðdepli, tá ið mest er at gera.
Virkið keypir ráfiskin á uppboðssølu, og dentur verður lagdur á at fáa fatur á línufiski.