Skal meiri peningur finnast til at fíggja Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin, skal hann ikki finnast við at leggja eykagjald á vágafólk og norðoyingar.
Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík.
Og tað sigur hann hann, nú tað enn einaferð verður róð framundir, at allir undirsjóvartunlarnir í Føroyum verða lagdir í eitt felag, so at bummgjald framvegis fer at vera kravt fyri at koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, eisini eftir at alt lánið er goldið.
Ístaðin fyri at varðveita bummgjaldið fyri at útvega fígging til Eysturoyartunnilin og Vágatunnilin, skal fíggingin útvegast við at landið selur tann seinasta triðingin av BankNordik, sum framvegis er almenn ogn, sigur borgarstjórin í Klaksvík.
- Bankin skal virka á jøvnum føti við hinar bankarnar í Føroyum, hann hevur stór áhugamál uttan fyri Føroyar, og hann verður rikin sum ein og hvør annar banki, staðfestir Jógvan Skorheim.
Hann sigur, at hóast Føroya fólk eigur ein triðing av teirra virksemi, so gevur hetta okkum ikki serligar møguleikar fyri bíligari fígging ella ágóðar.
- Skulu Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin fíggjast av Norðoya- og Vágatunlunum, hava norðoyingar og vágafólk als onga trygd fyri, at tunnilsgjaldið verður avtikið, og vit kunnu enda í eini støðu, har gjøldini í Norðoya- og Vágatunlunum enntá verða hækkað. Og borgarstjórin í Klaksvík heldur, at tað er at gera mismun á fólki, at summi skulu rinda fyri at koyra ígjøgnum tunlar og onnur koyra ókeypis
Les meiri um, hvat borgarstjórin í Klaksvík heldur, við at trýsta HER
|