Um eina viku verður fyrsta uppboðssølan av makrelkvotu. Fiskimálaráðið er seljari, og hevur gjørt av at bjóða 7.000 tons av makrelkvotu út á uppboðið. Minstiprísurin er settur at verða 25 oyru fyri hvørt kilo, og merkir hetta at í minsta lagi koma 1 millión og 750 túsund krónur inn í landskassan fyri hesi 7.000 tonsini av makrelkvotu.
Tað eru eigarar av fiskifari undir Føroyskum flaggi, sum kunnu skrásetast sum keyparar og bjóða uppá makrelkvotu á uppboðssøluni, upplýsir Fiskamarknaður Føroya, sum stendur fyri uppboðssøluni.
Fiskamarknaður Føroya heitir nú á møguligar keyparar um at seta seg væl inn í lógina, kunngerðina og reglugerðina, sum hava við uppboðssøluna at gera. Eisini hevur Fiskamarknaður Føroya lagt vegleiðingar út á heimasíðu sína, FMF.fo, har vegleitt verður í hvussu keyparar skulu gera fyri at verða við í uppboðssøluni, og hvussu henda fer fram.
Kvoturnar, sum verða seldar, eru ymsar til støddar, úr 5 tonsum upp í 400 tons.
Hetta er fyrsta uppboðssølan av fleiri, sum verða. Tilsamans skulu 20.000 tons seljast á uppboðssølu.