Øl frá Føroya Bjór er nú at fáa í Týsklandi. Tað er ígjøgnum distributionsfelagið One Pint, sum eisini stendur fyri útbreiðsluni av Føroya Bjór øli í Danmark. Soleiðis fæst Black Sheep ølið frá Føroya Bjór í serhandlunum Drink Drunk Berlin, sum er handil við yvir 300 ymiskum ølsløgum.
– Føroya Bjór hevur saman við One Pint lagt eina ætlan fyri týska marknaðin. Nógvir týskarar vitja í Føroyum, og er Black Sheep ølin sera vælumtókt ímillum týskarar, sigur Sophus Dal-Christiansen, marknaðarleiðari hjá Føroya Bjór.
Hann greiðir frá, at Føroya Bjór støðugt arbeiðir við at finna nýggjar marknaðir – og umframt marknaðin í Føroyum fæst Føroya Bjór í Danmark og Íslandi.
Í Danmark verður Føroya Bjór selt og distribuerað í gjøgnum samstarvspartnaðin One Pint, ið er størsti forhandlari av importøli í Danmark.
One Pint selur til handlar, supermarknaðir, serhandlar innan vín og øl, pubbir, caféir og matstovur.
– Arbeitt verður støðugt at økja um søluna í Danmark eitt nú við at fáa fleiri produktir á hyllarnar í teim stóru stóru handilsketunum so sum Bilka, Føtex og líknandi, sigur Sophus Dal-Christiansen.
Fyri tveimum árum síðani kom Føroya Bjór rættiliga í andglettin í Íslandi, tá stóra Egills bryggjaríið kravdi Føroya Bjór av hillunum í íslendsku einkarsøluni, tí Føroya Bjór nýtti sama navn, sum Eigill brúka, »Gull øl«.
Men tað var ikki væl móttikið í Íslandi, at stóra og sterka bryggjaríið soleiðis vildi leggja føroyska ølinum órímuligar forðingar, og sølan hjá Føroya Bjór vaks í stórum av nógvu umrøðuni, sum føroyska ølið fekk í Íslandi.
Um søluna í Íslandi letur Sofus Dal-Christiansen væl at.
– Sølan er støðugt vaksandi, og ølið frá Føroya Bjór er vælumtókt millum íslendingar. Sølan í Íslandi er í einkarsøluni, á matstovum, caféum og barrum, sigur hann.