Selja Næraberg av landinum

Skipið verður selt, skriva miðlar í kvøld

Næraberg verður ikki longur í føroyskum hondum. Næraberg er seldur til útlendskan eigara. Hetta hevur felagið skrivað í skrivi til miðlarnar Norðlýsið og Vágaportalin í kvøld.

 

Sambært skrivinum sigur Hanus Hansen, reiðari í felagnum, at tað ikki verður mett fíggjarligt forsvarligt at halda fram. 

 

Næraberg fiskar svartkjaft og hevur skapt nógv arbeiðspláss í Føroyum seinastu nógvu árini.

 

Næraberg hevur heimstað í Klaksvík. Hvør nýggi eigarin er, vita vit enn ikki, men meira verður uttan iva at frætta um hetta í morgin.