Føroyska Baroli Music heldur á við at gera vart við seg uttanlands. Seinasta bragdið er at hava eitt lag við á útgávuni, sum í løtuni liggur á øðrum plássi á samlaða sølulistanum fyri allan heimin. Baroli Music eru Bárður Háberg og Óli Jógvansson.
Talan er um eina útgávu hjá japansku songkvinnuni Namie Amuro. Hon er sera væl umtókt í heimlandinum, har hon mest seljandi songkvinna nakrantíð, við 31,2 milliónum seldum eintøkum. Talan er um sangin IT á fløguni _Genic. Einastu, ið megnaðu at selja fleiri fløgur seinastu viku, var enski tónleikabólkurin Muse.
- Tað finnast verri bólkar at tapa fyrsta plássið til, skrivar Baroli Music á facebookvanga sínum.
Baroli Music hava havt fleiri løg á útgávum hjá Avex, sum er plátufelagið hjá Namie Amuro, og Bárður Háberg, annar av monnunum handan Baroli Music, greiðir frá, at hetta allarhelst hevur gjørt sítt til, at teirra lag varð nýtt á hesi nýggju fløguni eisini.
- Samstarvið kom í lag gjøgnum okkara útgevara í London. So hvørt sum løgini hjá okkum verða gjørd, senda vit tey út til útgevarar í Onglandi, USA og Japan. Uppgávan hjá útgevaranum er síðan at senda løgini til plátufeløg og sangarum. Annars kann sigast, at vit hava havt fleiri útgávur hjá sama plátufelagi fyrr, útgávur við Kumi Koda og Ayumi Hamasaki, sum eisini eru stórar stjørnur í Japan. Hetta kann sjálvandi eisini gera sítt til, at man fær fleiri uppgávur, sigur Bárður Háberg.
Seinasta bragdið hjá Baroli Music var eyðkennislagið til Disney-røðina Liv and Maddie, Better in Stereo, sum nú er sýnt yvir 31 milliónir ferðir á almennu youtubekanalini hjá Disney Music, og allahelst er mest sýnda videolag við føroyskum íkasti nakrantíð. Disneyfyritøkan viðmældi enntá Baroli Music til eina emmyvirðisløn fyri lagið.
- Framyvir er ætlanin at fáa enn fleiri útgávur á altjóða marknaðinum - og vónandi kunnu útgávurnar, sum vit hava fingið higartil, eisini vera við til at leggja lunnar undir tað, sigur Bárður Háberg.
Les eisini 20 milliónir hits á Youtube
Baroli Music hava ligið nummar eitt á sølulistunum bæði í USA og í Japan áður, men nú hava teir so klatra heilt upp á annað pláss á alheims sølulistanum, umframt at liggja nummar eitt í Japan.
- Í løtuni arbeiða vit við einum tema-lagi til eina nýggja røð hjá Nickelodeon - og har kann tað, at vit gjørdu tema-lagið til Disneyrøðina Liv and Maddie, møguliga vera ein fyrimunur, sigur Bárður Háberg at enda.