Nes kommuna lýsir nú enn eitt grundstykki til íbúðarbygging til sølu, og hesaferð er aftur talan um grundstykki við Høganesveg á Toftum, sum er umleið 3.500 fermetrar stórt.
Ognin liggur sambært byggisamtyktini í A2 øki, sum er miðstaðarendamál, ætlað tll íbúðir.
- Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar. Hetta kann vera eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir.
Í Nes kommunu vísa tey á, at tað er ein treyt fyri sølu, at hóskandi tal av íbúðum er í verkætlanini.
- Tað er fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum íbúðarstøddum, har atlit verður tikið til umhvørvið og útsýnið.
Í Nes kommunu leggja tey eisini dent á, at byggingin, sum verður á grundstykkinum, tekur seg væl út, er dygdargóð og fellur væl inn í landslagið.
- Freistin at lata inn skrivlig boð er á middegi mánadagin hin 17. mars 2026, verður lagt aftrat.
Meira um hetta kann lesast á www.nes.fo










