Selja skip sum lið í endurnýggjan

Thor Freya

Kreppan í oljuvinnuni hevur rakt fleiri feløg kring allan heimin meint, og føroysku feløgini innan vinnuni eru einki undantak.


Eitt av føroyska feløgunum innan oljuvinnuna er Thor Offshore, ið hevur heimstað í Hósvík. Leysasøgur hava gingið seinastu tíðina um, at neyðugt er hjá felagnum at selja nøkur av skipunum, ið hava ligið hendan veturin. Hans Andrias Kelduberg, stjóri í Thor, váttar fyri in.fo, at talan er um at selja trý-fýra skip, men tað er ikki vegna vánaligu gongdina í vinnuni.


- Hjá Thor hevur tað ikki verið óvanligt, at nøkur skip liggja við bryggju um veturin. Offshore seismikkur, sum Thor arbeiðir mest saman við, er ofta árstíðarbundið arbeiði. Tað sagt, so er eftirspurningurin eftir seismikkið eisini ávirka av niðurgongdini í oljuvinnuni í løtuni.


- Hetta hevur eisini havt við sær, at tað eru fleiri skip enn vanligt er, sum ikki hava havt arbeiði. Vanliga gongdin er tó, at tá ið várar aftur, fara fleiri skip í arbeiði og tað er longu greitt nú, at Thor Chaser og Tórsvík sum liggja í løtuni eru ímillum teirra.


Sambært stjóranum er orsøkin tann, at felagið hevur endurnýggjað flotan, og tað eru gomul skip, ið nú verða seld.


- Tað, at THOR fekk fýra nýbygningar í arbeiði í 2015 merkir eisini, at nøkur av teimum eldru skipunum eru løgd og verða allarhelst seld. Tey fýra nýbygdu skipini THOR MAGNI,THOR MODI,THOR FRIGG og THOR FREYJA hava langtíðar sáttmálar og letur reiðaríið sera væl at hesum skipunum. Her er nógv nýhugsan í hesum skipunum og hava tey rigga serstakliga væl.


Sum støðan er nú, so hevur felagið skip í vinnu kring allan heimin, og tað er, sambært stjóranum, ein fyrimunur hjá felagnum í eini tíð, tá fleiri feløg sigla tungan sjógv.


- Uppgávunar eru tó krevjandi fyri reiðaríið. Føroyskt bygda veitingarskipið THOR ALPHA er úti í Australien og annars eru skipini í Myanmar, vestur Afrika og Brasilien. Sostatt hevur THOR OFFSHORE skip arbeiðandi í øllum heimspørtum og  reiðaríið metir, at hettar er ein styrki hjá felagnum.


- Vita metia, at avbjóðingarnar í offshore vinnuni í løtuni koma, tá ið samanum kemur, at skapa eina sunnari og meira jarðbundna vinnu frameftir og vónandi koma bæði skip, reiðaríini og manningarnar at vera meira javnt kappingarfør eftir hetta.

Thor Freya

Thor Freya

Thor Freya

Thor Freya

Thor Freya