Selma og Byrger gullbrúdleyp

Í dag kunnu hjúnini, Selma og Byrger Heinesen í Klaksvík, halda gullbrúdleyp.

Selma er dóttir Oluffu og Sámal Samuelsen. Sámal var úr Leirvík og Oluffa av Viðareiði. Tey búsettu seg í Klaksvík.
Byrger er sonur Byrghild og Jacob Andrias Heinesen í Klaksvík. Tey vóru bæði ættaði úr Kunoy. Byrger var bert 4 mánaðar gamal, tá mamma hansara doyði.
Eftir at hava verið arbeiðsgenta og krambakvinna, fór Selma á húsarhaldsskúla í Danmark.
Í 1952 tók Byrger seturskiparaprógv, og í 1960 tók hann longdina. Hann sigldi í nógv ár, bæði hjá Kjølbro og við Strandfaraskipum Landsins.
Í eini 15 ár høvdu Selma og Byrger Essostøðina í Nólsoyar Pállsgøtu, sum tey lótu byggja í 1976.
Í heiminum hjá Selmu og Byrger á Brekku, er altíð hugnaligt at koma inn gólvið, og eru tey bæði serstakliga gestablíð. At tey bæði ganga høgt upp í sítt heim, sæst aftur bæði innan- og uttandura, har tað altíð er ruddiligt og reint.
Selma og Byrger eiga 3 børn, 8 ommu- og abbabørn og 1 langommu- og langabbabarn. Børnini, John, Oddrunn og Borghild, eru øll búsitandi í Klaksvík.
Gullbrúdleypsdagurin verður hildin í Betesda í Klaksvík.