Tað eru nógv færri nýggir bilar, nýggjar motorsúkklur og nýggj prutl skrásett í januar í ár, enn tað vóru í januar í fjør.
Tað vísir ein uppgerð hjá Akstovuni yvir akfarssøluna
Tølini vísa, at í Januar í ár vórðu 66 nýggj akfør skrásett afturímóti 79 bilum í januar í fjør.
Sum vera mann, verða nógv flest persónbilar seldir og í januar í ár eru 41 nýggir persónbilar skrásettir aftur ímóti 58 nýggjum persónbilum í januar í fjør.
Annars eru 16 prutl seld í januar í ár, aftur ímóti 10 prutlum í januar í fjør.
Sostatt er eisini skilligt, at tað er lítið og onki selt av øðrum bilum, lastbilum, hýruvognum og øðrum.