Selur Føroyar í ráðstevnupakka

Tað er ein framtíð í ráðstevnum og Flogfelag Føroya hevur nú gjørt fyrsta faldaran av sínum slag í Føroyum, ið vísir, hvat vit kunnu bjóða fram á hesum øki.

- Vit hava ongantíð fyrr fingið so nógvar fyrispurningar frá útlendingum um at halda ráðstevnu í Føroyum sum nú, siga Marita Danielsen, deildarleiðari og Marni Hjallnafoss, sølufólk á Flogfelag Føroya.

Tað er ein gravgangur eftir kundunum, kappingin er hørð og tað ræður um at fylgja við tí, sum er uppi í tíðini. Og nú hevur Flogfelag Føroya gjørt ein ráðstevnufaldara, tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum. Ikki er tað uttan grund, tí tað er sera væl umtókt at halda ráðstevnur, skeið og ársfundir í Føroyum og áhugin er vaksandi.

Flogfelag Føroya býður sær fram at gera eina pakkaloysn fyri kundan. Fyrsti liðurin í hesum er at ráðgeva kundanum í, hvar ráðstevnan skal haldast, tað vil siga á hvørjum hotelli ella gistingarhúsi. Tá tann avgerðin er tikin verður ein pakkaloysn gjørd, ið umfatar ráðstevnustað og upplivilsir og tá verða nærri upplýsingar givnir um ávísu loysnina.

- Tørvur er avgjørt á einum slíkum faldara. Aðra staðni eru slíkir faldarar á marknaðinum og tá ið vit eru uttanlands í arbeiðsørindum spyrja tey flestu eftir einum ráðstevnufaldara. Tí hava vit tikið stigið, sigur Marita Danielsen, deildarleiðari á Flogfelag Føroya.


Gott útboð

Faldarin verður sendur beinleiðis til brúkaran í útlondum og í Føroyum og Flogfelagið hevur nógv sambond. Í faldaranum verður víst á sjey hotell og gistingarhús umframt Norðurlandahúsið. Umframt verður víst á ørgrynnu av frítíðarmøguleikum bæði á sjógvi og landi. Tey sum bjóða seg fram at hýsa ráðstevnur hava allar hentleikar, ið krevjast og sum eru fult á hædd við tað, sum verður boðið fram aðrastaðni.

- Tað serliga, sum er uppi í tíðini nú er, at tey sum fara á ráðstevnu í øðrum londum ganga høgt uppí at fáa nakrar spennandi upplivingar samstundis. Ráðstevnan er tískil ikki bara arbeiðsørindi og tað er har vit hava nakað at bjóða, tí nógvir útlendingar halda Føroyar eru eksotiskar, øðrvísi og spennandi, sigur Marni Hjallnafoss, sølufólk á Flogfelag Føroya.

Og tað er ymiskt, hvat fólk vilja hava. Til ber at hava ráðstevnur á bygd ella í høvuðstaðnum. Á hvørjum ári heldur ein útlendsk fyritøka ráðstevnu á Hotel Vágum og luttakararnir, sum sjálvsagt ikki eru teir somu hvørja ferð, eru í Vágoynni frá tí teir koma til teir fara av stað aftur.

- Í miðøkinum eru nógvir møguleikar, men eg trúgvi, at bygdirnar eru líka áhugaverdar, sigur Marni Hjallnafoss.


Samansjóðað eind

"Go as a group - return as a Team" ella sum tað eitur á føroyskum: Far sum ein bólkur - kom aftur sum eitt lið. Hetta er tað faldarin leggur upp til. Við øðrum orðum, at fara burtur í onnur lond at halda ráðstevnu kann eisini samansjóða tey fólkini sum eru við.

- Hetta leggja nógv arbeiðspláss dent á, sigur Marita Danielsen.

Hóast eingi tøl eru til taks, so vindur tað avgjørt uppá seg at halda ráðstevnur í Føroyum og júst hesin liðurin í ferðafólkavinnuni er sera áhugaverdur, tí hann leingir um ferðafólkatíðina. Serliga eru tað danir, ið koma hendavegin, men eisini altjóða ráðstevnur verða hildnar í Føroyum.

- Vit hava ongantíð fyrr fingið so nógvar fyrispurningar frá útlendingum um at halda ráðstevnu í Føroyum sum nú. Tað hevur verið ein javnur vøkstur upp gjøgnum øll nítiárini, sigur Marni Hjallnafoss.

Ráðstevnur verða hildnar alt árið, um summarið er vanliga friður, men ofta hevur tað víst seg, at juni mánaður er best umtóktur. Flogfelagið vísir á, at longu nú eru fleiri hotell og gistingarhús í Føroyum fullsett við ráðstevnum juni mánaða næsta ár.

- Útboðið av gistingarplássum er nóg stórt um ráðstevnurnar kunnu býtast út yvir alt árið, men tey síðstu árini hava øgiliga nógvar ráðstevnur verið í juni. Tað er kanska tí, at arbeiðspláss velja at leggja ráðstevnur beint áðrenn summarfrítíðina, sigur Marita Danielsen.

Arbeiðspláss í Føroyum kunnu eisini venda sær til Flogfelag Føroya og biðja um ein ráðstevnupakka. Flestu arbeiðsplássini velja sjálv at leggja alt til rættis og vita kanska ikki av, at ferðaskrivstovan kann taka sær av øllum fyri tey.

- Tað er ein tænasta vit bjóða teimum og tey spara nógv stríð, sigur Marni Hjallnafoss.


Tvær flugur við eitt...

Tað eru ikki bert ferðaskrivstovurnar, sum fáa gagn av at selja ráðstevnupakkar til útlendingar. Tað dryppar yvir alla ferðafólkavinnuna, gistingarhúsini, flutningsfeløgini og einstøku frítíðarmálini. Mangan koma fólk, sum hava tikið lut á ráðstevnu í Føroyum, aftur hendavegin sum ferðafólk og tað er sjálvandi eisini nakað, ferðaskrivstovurnar hava fyri eyga. Og Flogfelag Føroya hevur fingið nógvar afturmeldingar frá fólki, sum hava verið sera væl nøgd við úrslitið.