Sement beinleiðis á netinum

Sement tónleikakappingin byrjar í kvøld, og til ber at fylgja við kappingini beinleiðis á internetinum. Í kvøld verður fyrsta umfarið av Sement tónleikakappingini hildið í Perluni í Havn, og í tí sambandi verður kappingin send live á internetinum. Live streaming merkir, at tú kanst síggja og hoyra framførslurnar beinleiðis, bara tú hevur atgongd til internetið.

 

Streamingin verður víst á mess.fo, har ið bannarar koma at liggja ymsastaðni. Fyri at streama live, skalt tú bara trýsta á bannaran. Tú verður so leidd(ur) til eina siðu, har tú sært eina live upptøku frá konsertini.

 

Tað er felagið Globi Sp/F, ið stendur fyri streamingini ið verður víst á mess.fo

 

Tiltakið byrjar klokkan 20.00 í kvøld.