Sjey bólkar og eintaklingar skulu kappast um at gerast Føroya besti nýggi bólkur, tá ið finalan í tónleikakappingini Sement verður í annaðkvøld.
Størsta Sement nakrantíð endar í morgin. Og umleið á miðnátt verður avdúkað, hvør fer av stað við heitinum, sum Føroya besti nýggi bólkur og vinnur eitt gávukort á 10.000,- frá stásiligu Studio Bloch og møguligani sleppur at spæla á G! Festivalinum.
Heili 25 bólkar/einstaklingar hava luttikið, men einans hesi sjey megnaðu at koma víðari úr undanumførunum:
20.00: Jústines í Túni
20.25: Black Crow King
20.50: The Happening
21.15: Tummas Larsen
21.40: Jürghinn
22.05: Ari, Bogi og Barbara
22.30: Sleepless Ghosts
Eins og við undanførunum, so verður finalan í Perluni í Havn. Tiltakið byrjar kl 20.00
Hesum boða fyirreikarar frá.