Sement: Hesi verða í finaluni

Leygarkvøldið var fyrsta innleiðandi umfarið í Sement kappingini 2010. Tríggir bólkar megnaðu at koma víðari til finaluni, sum verður um leygarkvøldið 30. Januar. Leygarkvøldið var Perlan í Tórsgøtu karmur um Sement 2010, har besti nýggi bólkur 2010 skal finnast.

Hetta var fyrsta innleiðandi umfarið av tveimum, og tað seinna verður komandi leygardag. Síðani er finalan, har tann besti nýggi føroyski bólkurin skal finnast og heiðrast.

 

Sjey bólkar vóru við í kappingini leygarkvøldið og tríggir bólkar vóru av dómarunum sendir víðari til finaluna. Talan er um bólkin Nikolina?s Rage, Lyon og Bárður Johannesen.

 

Nikolina?s Rage spælir rokk/funk, og bólkurin telur tríggjar mans, sum hava spælt saman í umleið eitt ár.

 

Lyon er 22 ára gamal úr Gøtugjógv og spælir singer/songwriter tónleik.

 

Bárður er av Argjum og spælir jazz við eitt sindur av fólkatónleiki og poppi.