Semifinalur í kvøld

HB fær vitjan av B68 og EB/Streymur tekur ímóti Víkingi í seinnu semifinalunum um Løgmanssteypið í kvøld.

HB fær vitjan av B68 og EB/Streymur tekur ímóti Víkingi í seinnu semifinalunum um Løgmanssteypið í kvøld.

 

Størri spenningurin man vera í dystinum í Gundadali millum HB og B68. HB vann fyrra dystin 1-0, og hóast havnamenn mugu metast at vera favorittar at koma í finaluna, so er leiðslan bara eitt mál.

 

Sundalagsmenn hava eina nógv truplari uppgávu. Víkingur vann fyrra dystin 4-1 og má sigast at hava annað beinið í finaluni. Tó so, EB/Streymur hevur seks ferðir hetta kappingarárið skorað trý mál ella fleiri í einum dysti, so Víkingur kunnu ikki kenna seg ov tryggar.

 

Dysturin í Gundadali byrjar kl 18.00, meðan dysturin við Margáir byrjar kl 19.00. Rás 2 varpar beinleiðis frá dystinum í Gundadali kl 18.00.