Semingar um nýggjar loysnir fyri einum reinari havi

Mikudagin skipar Norðurlendski Ráðharrastovnurin fyri seminari í samstarvi við Norðurlandahúsið í Føroyum. Í brennidepilinum verða nýggjar loysnir fyri at gera havið reinari. Talan er um føroysk, norðurlendsk og altjóða tiltøk fyri at fáa eitt reinari hav. Eisini verður dentur lagdur á dálkingina frá skipaferðsluni í stríðnum móti dálkingini av høvunum.

- Tann týdningur, sum havið hevur fyri okkum í Norðurlondum, kemur til sjóndar á tann hátt, at Ísland hevur sett havið í brennidepilin í sínum formansskapi í Norðurlendska Ráðharrastovninum í ár. Harumframt hevur íslendski formannsskapurin í Arktiska  Ráðnum og ED hjá Íslandi í Heimsbankanum raðfest havið ovarlaga. Høvuðsraðfestingarnar eru um havnir sum innovatiónshubs, um stríðið móti plastdálking í høvunum, um møguleikarnar  fyri at kunna menna tann bláa búðskapin, og um hvønn týdning hann hevur fyri Norðurlond.

At verja lívið í havinum varð valt til Norðurlendsku Umhvørvisvirðislønina í 2018. 

- Havið hevur stóran týdning fyri okkum í Norðurlondum, og tað verður raðfest ovarlaga á norðurlendsku dagsskránni í løtuni. Nógv av okkara týdningarmesta tilfeingi kemur úr havinum, og sigling er ein týðandi vinna í dag. Tað hevur okkara áhuga, og tað er okkara ábyrgd at verja havið.