Samráðingarnar millum Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag um sáttmálasamráðingarnar við handverkarafeløgini eru slitnaðar.
Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag saman við umboðum fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag hava síðan 17. september samráðst við Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna um nýggjan sáttmála.
Partarnir hava ikki megnað at gera eina semju, og teir tilkallaðu tí í morgun semingsstovnin. Samráðingarnar liggja sostatt nú í hondunum hjá semingsmanninum, sum í morgun hevði innleiðandi prát við partarnar. Ikki er greitt, nær innkallað verður til sjálva semingina. Semingsmenn eru Terje Sigurðsson og Símun Absalonsen.
Hóast tað ikki eydnaðist at koma á mál uttan semingsmann, so hava partarnir undirskrivað eina avtalu um fráboðan í sambandi við møguligan arbeiðssteðg. Henda avtala merkir, at arbeiðssteðgur altíð skal fráboðast við í minsta lagi 48 tímum roknað til á midnátt.
Meðan samráðingarnar fara fram er gamli sáttmálin í gildi, og lønir verða útgoldnar eftir hesum. Ein møgulig lønarhækking verður síðan eftirregulerað, tá semja er um nýggjan sáttmála.