Beint eftir døgverða í dag hava semingsmenninir boðsent Starvsmannafelagnum og Fíggjarmálaráðnum ti fundar at tosa um ein nýggjan sáttmála.
Partarnir hava samráðst í eina tíð, men fríggjadagin ásannaði Fíggjarmálaráðið, at tað bar ikki til at koma á mál og tískil vórðu semingsmenninir boðsendir.
Síðani hava semingsmenninir fingið alt tilfarið í samráðingunum, og í gjár høvdu teir eisinifund við báðar partar, hvør sær.
Men í dag hava teir so boðsent báðum partum til ein felagsfund. Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at enn er ov tíðliga at siga, hvussu farið verður fram, men hetta er líkasum fyri at seta hol á samráðingarnar aftur.
Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, hevur sagt, at nú er tørnið komið til limirnar í Starvsmannafelagnum at fáa eina lønarhækking sum munar. Men hann hevur eisini sagt, at tað er rættiliga langt ímillum partarnar.