Seinnapartin fríggjadagin byrja semingsroyndirnar um løn og arbeiðsviðurskifti hjá yvirmonnumum hjá Strandferðsluni. Samráðingarnar eru ímillum lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum øðrumegin og Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið hinumegin.
Alfred Petersen, semingsmaður, sigur, at tá verður samráðst til tað røkkur ella støkkur, men hvussu langa tíð, tað fer at taka at koma til eina niðurstøðu, er vónleyst at siga.
Men dømi eru um, at semingsroyndir hava vart nøkur samdøgur.
Sáttmálin gekk út 1. oktober í fjør, men tað eydnaðist ikki at finna semju og tískil vóru semingsmenninir boðsendir og teir eru Alfred Petersen og Jógvan Amonsson.
Ósemjan snýr seg ikki bara um løn. Hon snýr seg eisini um onnur arbeiðsviðurskifti.
Eitt er, at manningarfeløgini eru misnøgd, at yvirmenn hava fingið nýggj setanarbrøv við niðursettari arbeiðstíð og eitt annað er, at tey vilja hava, at nýggi sáttmálin skal lúka treytirnar í altjóða sáttmálum um arbeiðstíð og hvílitíð.
Tað merkir, at arbeiðstíðin hjá yvirmonnunum skal styttast eitt sindur.
Men lønardeildin hjá Fìggjarmálaráðnum hevur gjørt greitt, at skal arbeiðstíðin styttast, skal lønin lækkast, tí tey bæði skulu fylgjast.
Miseydnast semingsroyndin, verður arbeiðssteðgur og so verða strandferðsluskipini løgd.