Semir iðrar seg mest um at FM glapp

Tað sigur Semir Hadzibulic, ið ikki útilokar at koma aftur

Tað kom óvart á, tá KÍ fyrr í vikuni boðaði frá, at Semir Hadzibulic ikki kemur aftur til føroyskan fótbólt á hesum sinni. Hann hevði sáttmála fyri bæði 2019 og 2020, men tað verður fyribils av ongum.

Les eisini: KÍ fingið skot fyri bógvin

- Tað er av persónligum orsøkum í familjuni, at eg gevist í KÍ, men tað er fyribils. Eg komi aftur, sigur Semir Hadzibulic við In.fo. 32 ára gamli serbin letur væl at føroyskum fótbólti og teimum, sum eru rundan um føroyskan fótbólt.

 

- Her eru tey ærligastu og reiðiligastu menniskjuni, sum eg havi møtt í míni yrkisleið. Tað er við tárum í eygunum, at gevst í felagnum. Tað hava verið trý framúr ár, har eg havi møtt nógvum góðum fólki, sigur Semir Hadzibulic.

 

Barn og steyp er hæddarpunktið

Sambært faroesoccer.com hevur Semir Hadzibulic trý tey seinastu árini spælt 86 dystir fyri KÍ – 70 í Betri deildini, 9 í steypakappingini, ein stórsteypadyst og seks dystir í Europa League. Hæddarpunktini komu væl í høvðusstaðnum. 

 

- Hæddarpunktini eru sonurin, sum kom til verðina í Tórshvan, og steypafinalusigurin við KÍ. Ringasta løtan í KÍ-troyggjuni var, tá vit mistu FM-heitið upp á málúrtøku, sigur Semir Hadzibulic.

 

Síðani kappingarenda í fjør hevur KÍ mist tríggjar av týdningarmiklastu spælarunum. Teir eru Hørður Askham og Páll A. Klettskarð, sum vóru við í øllum 27 landskappingardystunum, og nú Semir Hadzibulic, sum spældi 25 landskappingardystir í fjør.

 

Nýggir spælarar eru komnir til Klaksvíkar – verjuspælarin Jesper Brinck, miðvallarin Takuya Matsunaga og álopsspælararnir Patrik Johannesen og Torbjørn Grytten. Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, sigur við Norðlýsið at KÍ fer at finna ein avloysara fyri Semir Hadzibulic.