Stóra stríðsmálið er, at raksrargjaldið av støðini er sett so nógv upp við tí grundgeving at støðini vantar pening til raksturin.
Sosialurin skilir, at um rakstrargjaldið ikki verður goldið áðrenn á miðdegi í dag, fáa hýruvognsførararnir ongan túr frá støðini.
Sum skilst eru tað nógvir av hýruvognsførararunum, sum ikki ætla sær at gjalda, tí teir góðtaka ikki hækkingina.
– Tað er nóg trupult sum er at reka hýruvognsvirksemi sum er, og nú er bussleiðin eisini ókeypis og so skal rakstrargjaldið eisini hækka, suffar ein hýruvognsførari sum Sosialurin hevur tosað við.
Hvat úrslitið verður, vita vit ikki í skrivandi løtu, men greitt er at nevndin hevur kallað til fundar við partaeigarnarnar.