Semja fingin um fólkaskúlan

Føroya Lærarfelag og Fíggjarmálastýrið hava í kvøld undirskrivað nýggjan trý ára sáttmála. Semjan er fingin í lag eftir at nevndin í Føroya Lærarafelag, landsstýrismenninir Karsten Hansen og Høgni Hoydal, Lønardeildin og umboð fyri Undirvísingar- og Mentamálastýrið hava sitið saman alt vikuskiftið til tess at fáa enda á verkfallinum og fáa fólkaskúlan aftur at virka til fulnar

Lønarviðurskifti, umflokkingar o.a. í semingsuppskotinum, sum varð lagt fram fyri páskir, eru á sama stigi.


Við støði í semingsuppskotinum er loysn fingin á, hvussu spurningurin um arbeiðstíð hjá lærarum skal loysast frameftir. Nýggj arbeiðstíðaravtala verður gjørd innan 1. januar 2001. Uppskotið til avtalu verður sent til hoyringar hjá limum Føroya Lærarafelags, innnan tað verður sett í verk. Í skúlaárinum 2001/2002 skulu royndarskipanir gerast við nýggju arbeiðstíðarreglunum. Og frá 1. august 2002 skal nýggja arbeiðstíðaravtalan verða sett fult í verk.


Semja er gjørd um, hvussu ymisk onnur viðurskifti kunnu loysast. Talan er serliga um umstøðurnar viðvíkjandi:


oSkúlaleiðslu

oTeldurøkt

oSkúlabókasøvnum

oSavnsvørðum annars


Hartil er semja fingin um, at landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum setur ein arbeiðsbólk við umboðum fyri myndugleikar, lærarar og leiðslu, ið áðrenn 1. januar 2001 skal útgreina og gera tilmæli um:


oHvussu nýggja fólkaskúlalógin virkar og kann fáast at virka til fulnar

oHvørja ávirkan hetta hevur á lærararnar og arbeiðstíðina

oOg hvussu mest fæst burturúr fíggjarligu kørmunum til gagns fyri næmingarnar, so endamálini í fólkaskúlalógini verða rokkin


Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum veitir trygd fyri, at nýggjar uppgávur verða ikki álagdar uttan so, at neyðugar umstøður og tíð eru at fremja tær. Serligur dentur verður lagdur á uppgávurnar hjá flokslærarum mótvegis næminginum og heiminum.


Hóast stóra ónøgd við gongdina í hesi arbeiðsósemjuni, sum hevur rakt næmingar, foreldur og alt samfelagið, so fegnast landsstýrismenninir um, at semja er funnin, sum báðir partar kunnu liva við og taka fulla ábyrgd av.


Serliga er at fegnast um, at við hesi semju er nú lagt upp til tætt samstarv, sum kann byggja upp veruligt álit millum myndugleikar og fakfeløg. Samstarvið um at fáa tættirnar í fólkaskúlalógini framdar í verki og til fulnar komandi árini, eigur at koma øllum samfelagnum til góðar.


Til tess at næmingarnar ikki skulu verða enn harðari raktir av arbeiðsósemjuni, fer Undirvísingar- og Mentamálastýrið fyri tað sum eftir er av skúlárinum at leggja skúlagongd, próvtøkur og próvdøming soleiðis til rættis, at næmingarnir fáa nøktandi møguleikar og umstøður at enda skúlaárið.



Tórshavn, 30. apríl 2000, kl. 23.55




Karsten HansenHøgni Hoydal

LandsstýrismaðurLandsstýrismaður