Semja í portør-málinum

Eftir 53 tíma langa semingsroynd komu Starvsmannafelagið og lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum fyri løtu síðani ásamt um treytirnar fyri nýggjum sáttmála til portørarnar. Talan er um fyrsta sáttmálan, sum Starvsmannafelagið hevur samráðst vegna portørarnar, sum undan hesum vóru limir í arbeiðsmannafelagnum.

Tí hevur ein av stóru spurningunum verið, hvar hesir skuldu plaserast í lønarstiganum. Tí eitt treytaleyst krav var, at grundlønin skuldi hækkast munandi.

Og tað er hon eisini, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum.

- Eg kann í øllum førum siga, at portørarnir hava fingið meira enn tey 9%, sum annars eru latin hetta sáttmálaskeiðið. Sjálvandi eru nøkur ting, sum vit fegin vildu havt afturat í sáttmálan, men hetta er ein semja, sum vit kunnu liva við. Og tað eru jú tveir partar, sum skulu liva við henni, so lønardeildin hevur væl eisini givið avkall upp á okkurt, sigur Selma Ellingsgaard.