Ósemja í Sambandsflokkinum um fiskidagar

Sambandsflokkurin er í tvíningum í spurninginum um lógaruppskotið um vinnuligan fiskiskap.

Tey tíðindini hevði útvarpið hjá Kringvarpinum íkvøld.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, mælir til sama fiskidagatal komandi ár, hóast ICES og Havstovan hava mælt til stóran niðurskurð í veiðuni eftir toski og hýsu.

Í viðmerkingunum til uppskotið stendur, at avleiðingarnar fyri flotan og virksemið á landi verða stórar, um fiskidagatalið verður lækkað. Men tað kunnu fýra tinglimir hjá Sambandsflokkinum ikki taka undir við.

Eivin Jacobsen, Rósa Samuelsen, Helgi Abrahamsen og Reimund Langgaard, siga, at løgtingið heldur átti at lurta eftir tilmælunum frá serfrøðingunum. Sostatt verður trupult hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at fáa undirtøku fyri uppskotinum.

Og hvat skal løgmaður so gera, nú flokkurin hjá honum gongur í tveimum bólkum í hesum málinum.

- Eg vil ikki gera viðmerkingar til málið, tí tað er ikki viðgjørt í tingbólkinum. Tað verður gjørt í vikuni, segði Kaj Leo Holm Johannesen við útvarpið.