Ósemja í samgonguni um uttanríkispolitikkin

Edmund Joensen, løgtings- og fólkatingsmaður hjá Sambandsflokkinum, fýlist á uttanríkispolitikkin hjá landsstýrismanninum í uttanríkismálum Samgongan er ikki samd um uttanríkispolitkkin.

Í einari almennari fráboðan finst Edmund Joensen, løgtingslimur og fólkatingslimur hjá Sambandsflokkinum, at landsstýrismanninum í uttanlandsmálum, tí hann einki ger við at kanna møguleikarnar fyri ES-limaskapi, soleiðis sum ásett er í samgonguskjalinum.

Jørgin Niclasen, landsstýrismaður, arbeiðir í staðin eftir sama leisti sum undanfarna samgonga við at royna at fáa Føroyar upp í EFTA, og hesum tekur Edmund Joensen ikki undir við.

-EFTA er ein doyggjandi felagsskapur. Noreg og Ísland eru á veg úr EFTA og inn í ES. Hendir tað, missir okkara fiskivinna kappingarførið, og so er føroyskur EFTA-limaskapur líka mikið, sigur Edmund Joensen í fráboðan síni.