Ósemja um dóm

Nógvir amerikanarar eru misnøgdir við, at Zacharias Moussaoui fekk lívlangt fongsul fyri at hava verið við til at fyrireika atsóknina at World Trade Center og Pentagon 11. september í 2001. Tey vildu heldur, at hann bleiv dømdur til deyða.

Alexander Santora, sum mist ein son í World Trade Center, sigur við AP, at í fongslinum er Moussaoui at hava tað so gott, sum hann ongantíð hevur havt tað, og tað skulu amerikanararnir gjalda. Santora heldur, at tað hevði nógv bíligari at dømt Moussaoui til deyða og nevnir í tí sambandi, at ein kúla kostar bara 28 cent.

Men øll hugsa ikki so. Marian Fontana, sum misti mannin í atsóknini 11. september í 2001, heldur, at hevði Moussaoui fingið deyðarevsing, hevði hann verið ein pínslarváttur, og á tann hátt hevði navn hansara ivaleyst eggjað øðrum til at ganga í hansara fótasporum.

Ákæruvaldið hevði kravt Moussaoui dømdan dil deyða, men nevningarnir góvu honum lívlangt fongsul. Avgerðin verður mett sum ein sigur fyri verjarnar.