Semja um havnina á Oyrareingjum

Tórshavnar kommuna og Landsverk hava í dag gjørt semju um økið við havnina á Oyrareingjum, har íbinding er í landsveg Semja er um at gera írestandi vegaarbeiði liðugt innan hálvt ár, og tí kann havnin takast í brúk beinanvegin. Írestandi vegaarbeiðið, sum Landsverk skal gera liðugt eftir áheitan frá Tórshavnar kommunu, er mett at kosta 800.000 krónur.

Partarnir ásanna, at fleiri ósemjur hava verið partanna millum, men vilja leggja hetta aftur um bak og eru samdir um at virka fyri betri samstarvi í framtíðini, fyri í felag at loysa tey mál, ið stinga seg upp.

Somuleiðis er semja um, at Landsverk tekur málið um fútabann aftur, sum lagt var ímóti Tórshavnar kommunu. Hvør partur rindar egnar útreiðslur til advokat.

Kelda: torshavn.fo